Listin gjørdist øgiliga bláur í farnu viku

 

 

Tað var ein framúr góð vika hjá teimum føroysku heimasíðunum. Nógv blá tøl vóru at síggja. Í farnu viku høvdu 29 føroyskar heimasíður fleiri enn 1000 vitjandi, og tað sæst aftur á øllum metunum, sum vórðu tikin í farnu viku.Síðurnar, sum tóku egið met vórðu: stamps.fo, ft.fo, nordlysid.fo og dimma.fo.

Stamps.fo hjá Postverki Føroya átti fleiri reyð tøl enn blá, men tað var hóast alt framgongdin á 0,3%, sum var nóg mikið hjá síðuni fyri at taka egið met.
Sama gongin var at síggja hjá ft.fo, sum sjálvsagt bert hevði brúk fyri 0,1% fyri at vinna á gamla metinum í viku 21 og harvið taka metið í viku 22.

Nordlysid.fo átti eisini ein pena framgongd í bæði brúkarum og vitjandi, men tað varð eisini her tær sýndu síðurnar, sum átti tí minnu framgongdina á 3,4%, og sum harvið tók tað gamla metið.
Dimma.fo hevði eina framgongd uppá 15,7 % í brúkarum. Síðan átti nakað yvir 9000 vitjandi brúkarar í viku 21, men næstan 11.000 í farnu viku og tóku tí eisini egið met.

Sí fleiri hagtøl á listanum.