Listin í farnu viku varð eitt sindur ov reyður, men tó…

 

Hóast listin í farnu viku varð reyður, eru tað nakrar síður, sum standa út og tóku egið met.

Bil.fo hevur havt fleiri blaðlýsingar seinastu tíðina, sum uttan iva hevur hjálpt síðuni væl á veg. Bil.fo hevði smáar 17.000 sýndar síður í viku 4, men hevði langt yvir 24.000 sýndar síður í farnu farnu viku.

 

Ikki verður gallup.fo ofta umtalað í tíðindustubbunum hjá okkum sjálvum, men eisini hesa vikuna tók síðan egið met. Gallup.fo átti líka yvir 1700 vitjandi brúkarar í viku 5, og vit kunnu bara vóna, hetta fer at vaksa eins og støðugt, sum tað higartil hevur gjørt.

 

Ein onnur síða, sum eisini hevur tikið fleiri met seinastu tíðina, er dimma.fo. Síðan átti nakrar hundrað vitjanar meir í viku 5 enn í viku 4 og tók tí egið met á hesum økinum.

 

Autoservice.fo hevði eisini eitt ordiligt “boost” í farnu viku. Autoservice.fo átti yvir 74% framgongd við vitjandi brúkarum, og eins og yvir 38% framgongd í økinum: vitjanir. Síðan tók egið met á báðum økjunum.

 

Í farnu viku kom postverk.fo eisini inn á Vevmátingarlistan. Hóast síðan einans fekk 5 dagar við av vikuni, átti síðan hjá Postverkinum hálvt sekshundrað vitjandi brúkarar – hetta verður óivað meir í hesari vikuni, tá síðan fær tveir dagar afturat sínum meti. Heimasíðan hjá Postverki Føroya verður boðin vælkomin á Vevmátingarlistan.