23/09/2009
Løgin listi í Dimmalætting.
Fleiri hava undrast yvir vevmátingarlistan fyri viku 38/2009 í Dimmalætting týsdagin 22. september 2009.
Listin var ikki skipaður sum vant, eftir síðum við flest brúkarum, men Dimmalætting hevði av eintingum skipað listan eftir stavrað aftanífrá, so listin byrjar við v og endar við a.
Nú stavrað okkara er so nógv frammi, vil Dimmalætting møguliga kanna førleika okkara í stavraðnum 🙂
Dimmalætting setur vevmátingarlistan í blaðið aftur sum hann skal vera.