21/01/2008
Løgtingsvalið 19. januar 2008 met stóran áhuga.
Løgtingsvalið 19. januar 2008 hevði met stóran áhuga. olivant.fo tók egið met, bæði við brúkarum og vitjanum. uf.fo tók so rudduliga egið met á øllum økjum. uf.fo hevði 282.622 sýndar síður í viku 03/2008. dimma.fo tók egið met bæði við vitjanum og sýndum síðum. 170.972 sýndar síður.
kjak.fo tók egið met á øllum økjum. Valevnini hava óivað eisini roynt seg á kjakinum, fyri at vita um onkur atkvøða er at heinta har.� Men tað kann ikki bert vera valevni sum hava verið á kjak.fo, tá 4.676� brúkarar vóru har í viku 03/2008, 18.672 vitjanir og 194.958 sýndar síður. Hvør brúkari hevur sostatt verið á kjak.fo knapt 4 ferðir í farnu viku.�
Tað eru 27 føroyskar heimasíður sum hava meira enn 1.000 brúkarar í viku 03/2007. faroedating.fo er nýggj á listanum, og er á 29. plássi við júst 900 brúkarum, 7.137 vitjanum og 107.921 sýndum síðum. Teir 900 brúkararnir vóru knapt 8. ferðir, ella 7,93 ferðir inni á faroedating.fo hvør. Um valevni eisini hava ligið framvið har, er ilt at vita.
nr.fo hevði egið met í vitjanum í farnu viku. Tað hevur ljóðað, at valevni hava� ringt dúliga� til veljarar, fyri at biða um teirra atkvøðu. Tað kann nr.fo so vera ein ábending um. televarp.fo tók eisini egið met, bæði við brúkarum og vitjanum og hevði� 1.453 brúkarar. Nú skal so� samgonga skipast, og er spennandi at síggja komandi mánadag, hvøn áhuga tað hevur ímillum fólk.
Nú er so eisini stríð um aftasta pláss á vevmátingarlistanum. antares.fo hevur trokað eiði.com av aftasta plássi. Í øllum førum í eina viku. So helur ikki har ber til at kenna seg tryggan.