
11/05/2017
Lutfalsliga lítil partur tekur undir við uppskotinum um eina fiskivinnunýskipan
Gallup Føroyar gjørdi fyri stuttum eina kanning vegna Vága
Portalin um millum annað fiskivinnu-uppskotið hjá samgonguni. 541 tilvildarliga
útvaldir respondentar, sum allir eru 15 ár og eldri, hava tikið lut í
kanningini. Tó hava einans teir 525 respondentarnir, sum hava valrætt, svarað hesum
spurningunum um fiskivinnu-uppskotið.
Spurt varð millum annað í kanningini, um tey spurdu taka
undir við fiskivinnu-uppskotinum hjá samgonguni soleiðis, sum tað fyriliggur.
Nevnast skal, at hesin spurningur varð settur, áðrenn samgongan kom við
seinasta semingsuppskotinum.
Kanningin vísir á, at 40% av øllum teimum spurdu í
kanningini siga seg ikki taka undir við fiskivinnu-uppskotinum hjá samgonguni,
meðan 21% taka undir við uppskotinum. Haraftrat siga 25% seg ikki kenna
uppskotið umframt, at 14% ikki siga seg vita.
Somuleiðis vísa kanningarúrslitini, at eins nógvir
respondentar í Suðurstreymoy eru fyri og ímóti fiskivinnu-uppskotinum hjá
samgonguni, soleiðis sum tað fyriliggur. Haraftrat siga heili 30% seg ikki
kenna uppskotið, meðan 17% ikki vita. Við 56% umboða Norðoyggjar størsta partin av teimum, ið eru ímóti fiskivinnu-uppskotinum um eina nýskipan. Einans 11% av norðingum eru fyri uppskotinum, meðan 16% siga seg ikki kenna uppskotið soleiðis, sum tað fyriliggur.
Skerpa vit ljós á politiskar veljaraskarar er eyðsæð, at flestir
veljarar hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum ikki taka undir við
fiskivinnu-uppskotinum hjá samgonguni. Í hesum veljaraskara eru ávíkavíst 67%
og 63% ímóti uppskotinum. Harumframt siga 52% av veljarunum hjá Miðflokkinum
seg somuleiðis vera ímóti fiskivinnu-uppskotinum, soleiðis sum tað fyriliggur.
Á hinum vonginum siga heili 60% av veljaranunum hjá Sjálvstýri
og 43% av veljarunum hjá Tjóðveldi seg taka undir við fiskivinnu-uppskotinum hjá
samgonguni. Tað eru somuleiðis fleiri veljarir hjá Framsókn, ið eru fyri heldur
enn ímóti fiskivinnu-uppskotinum. Tó siga heili 41% í hesum síðstnevnda veljaraskara, at
tey ikki kenna uppskotið, soleiðis sum tað fyriliggur.
Í veljarskaranum hjá Javnaðarflokkinum eru 32%, ið eru fyri fiskivinnu-uppskotinum samanborið
við tey 20%, ið eru ímóti. Tó svara somuleiðis 32% av javnaðarveljarunum, at tey ikki
kenna fiskivinnu-uppskotið hjá samgonguni, soleiðis sum tað fyriliggur.