M-Torgið, 19. nov: Tilflytarar – ein nýggjur brúkarabólkur

19. november kl. 13.00-15.00 verður M-Torgið i hølunum hjá Gallup Føroyum í Tvørgøtu 13. Felagið føroysk marknaðarfólk hevur bjóðað David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni at halda fyrilestur undir heitinum: “What can businesses do to engage with immigrants in the community?” Harafturat kemur Betsy Gichuki úr Kenya at tosa um sínar royndir sum brúkari í einum nýggjum landi, har ein ikki skilur málið. Samstundis kemur blaðið M-Rákið út. Nýggir limir kunnu tekna seg við at venda sær til Gallup.