Marknaðarfólk fingið egið felag

 Marknaðarfólk fingið egið felag

Felagið Føroysk Marknaðarfólk er nýstovnað áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum. Talan er um eitt nýtt forum, har fólk innan hesa vinnugrein kunnu savnast, kjakast, netverka, deila felagsvitan og vinna sær íblástur.

Marknaðarfólk er eitt felagsheitið fyri fólk, sum arbeiða við marknaðarføring. Hetta eru til dømis fólk, ið arbeiða á marknaðardeildum, marknaðarleiðarar, søluleiðarar, samskiparar, ráðgevarar og líknandi. Talan er tó ikki um lýsingarstovur, miðlar og aðrir veitarar hjá vinnuni, sum longu hava onnur líknandi feløg.

Seks ferðir um árið verður skipað fyri einum marknaðarforumi við serfrøðingum, case story og kjaktorgi fyri limir. Eitt nýtt og tíðarhóskandi evnið verður viðgjørt hvørja ferð. Í ár verða millum annað nýggj rák innan sosialar miðlar, føroyski brúkarin 2013, stuðul sum marknaðaramboð, app´ir á fartelefonini og teldlum og CSR viðgjørd. Eisini verður seinni skipað fyri størri almennum marknaðardegi.

Limaskapur í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk verður teknaður fyri hvørja einstaka fyritøku ella feløg, sum ynskja at gerast limur. Limaskapurin er síðani galdandi fyri trý starvsfólk í tilmeldaðu fyritøkuni.

Felagið hevur fingið Gallup Føroyar at taka sær av fyrisiting hjá felagnum. Hetta kemst av, at royndir vísa, at uttan eina vælvirkandi miðfyrisiting, detta feløg ofta niður fyri aftur.

Higartil eru hesar fyritøkur limir í felagnum: Eik Banki, Suðuroyar Sparikassi, FK, Trygd, Tryggingarfelagið Føroyar, Betri pensjón, Føroya Tele, Vodafone, Tórshavnar kommuna, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Heilsuráðið. Nýggir limir kunnu venda sær til Gallup Føroyar fyri at søkja um limaskap.

Felagið Føroysk Marknaðarfólk ynskir eisini at skapa eitt gott samstarv við Brúkaraumboðið, Brúkarafelagið, Samskifti, miðlarnar og aðrar veitarar, og fer áhaldandi at ráða limun sínum til, at halda góðan marknaðarføringssið eins og ásett er í Marknaðarføringslógini.

Nevndin í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk er sett við Bo Møller (marknaðarleiðari hjá FK), Henriettu Hammer (marknaðarfólk hjá Vodafone) og Eiler Fagraklett (marknaðarfólk hjá TF Holding). Nevndin hevur skipað seg við Eileri Fagraklett sum formanni. Laila Hentze (Gallup Føroyar) er sett sum skrivari.

Um nærri kunning ynskist um Felagið Føroysk Marknaðarfólk, ber til at venda sær til Lailu Hentze, skrivari, á tel 661948/222885 ella umvegis: laila@gallup.fo