
14/10/2014
Marknaðartorgið 30. oktober: Hagtøl og marknaðargransking
Felagið Føroysk marknaðarfólk fær vitjan av Pétur Ísfeld Jónsson, sølustjóra á fyritøkuni “Internet á Islandi” 30. oktober. Hann tosar m.a. um týdningin av at hava haldgóð tøl frá vevmátingum at vísa á í mun til lýsingarsølu og týdningin at hava ein standard fyri marknaðin.
Harafturat leggur Laila Hentze úrsltið fram frá einari nýggjari kanning hjá FFM um, hvønn leiklut marknaðarføring hevur sambært stjórum í størri føroyskum fyritøkum. Nýggir limir kunnu tekna seg við at venda sær til Gallup. Tiltakið verður 30. oktober kl. 13 – 15 í hølunum hjá Gallup Føroyum, Tvørgøta 13. Verið vælkomin.