
03/10/2013
Marknaðartorgið 7. november: CSR
Hósdagn, 7. november verður Marknaðartorgið fyri limunum í Felagnum Føroysk Fjølmiðlafólk. Evnið verður CSR (Corporate Social Responsibility), har Dorrit Olsen, sum hevur skrivað ritgerð innan CSR, kemur at hava fyrilestur.
Harumframt fer stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd (RFF), Brynhild Høgnadóttir, at hava case story um CSR. RFF hevur nógvar stuðlar, sum gera tað møguligt hjá RFF at virka fyri betri ferðslutrygd í Føroyum.
Samstundis kemur blaðið Marknaðarrákið út.
Limirnir í Marknaðarforuminum er marknaðarfólk í størri fyritøkum í Føroyum. Hevur tú áhuga at luttaka, ber til at seta seg í samband við Lailu Hentze, laila@gallup.fo.