28/01/2008
Nógvar síður taka egið met
Heili ellivu síður tóku egið met í farnu viku. Tann nýggjasta síðan á Vevmátingarlistanum: Farodating.fo hevði eina framgongd uppá sløk 35 prosent – hetta legði hana á 27. pláss á listanum.
Ein onnur síða, sum oftað verður umtalað er Olivant.fo. Hesin vevrisin er nú farin nakað yvir 50.000 markið við yvir 52.000 vitjandi brúkarum í farnu viku.
Dimma.fo, sum hevur havt ein støðugan vøkstur seinastu 5 vikurnar, tók hesuferð eisini egið met. Dimma.fo tók egið met í vitjanum og sýndum síðum.
Aðrar síður, sum eiga rampuljósið hesaferð eru bil.fo, kjak.fo, gulu.fo, hotelforoyar.fo, kagi.fo, televarp.fo, 123.fo og okkara egna gallup.fo. Hesar tóku eisini allar egið met í farnu viku.