Nýggj met, sum ongantíð áður á vevmátingarlistanum.

Tað eru enn einaferð nógv nýggj met á vevmátingarlistanum. uf.fo megnar at taka 2. pláss í viku 46/2007, og hevur egið met bæði við brúkarum og sýndum síðum. Helst er tað fólkatingsvalið 13. november 2007, sum er høvðusorsøk til stóra vøksturin hjá uf.fo.

 

olivant.fo tekur eisini egið met við brúkarum, og er nú heilt uppi á 49.825� brúkarum. olivant.fo er nú á 8. plássi á North Atlantic List, um listin verður flokkaður eftir brúkarum og 4. plássi um listin verður flokkaður eftir vitjanum og sýndum síðum. Tekin um, at olivant.fo er 4. størsta síða sum nýtir Modernus skipanina.

 

dimma.fo vil ikki detta burturímillum, og tekur egið met á øllum økjum. dimma.fo er nógv broytt seinastu vikurnar, og verður dagførd nógv oftari nú enn áður. nym.fo tekur egið met á øllum økjum, og hevði 4.195 brúkarar í farnu viku. kjak.fo tekur eisini egið met bæði í brúkarum og vitjanum. Kjakið er lívligt á vevinum í hesum døgum.

 

Jólaborðhaldini eru um at byrja, og tað sær mj.fo út til at hava stóra gleði av. Í øllum førum hevur mj.fo nógvar brúkarar í hesum døgum og tekur egið met, bæði við brúkarum og vitjanum.� Lýsingin á dimma.fo er óivað ein orsøk til framgongdina.� hotelforoyar.fo er í somu støðu, og tekur egið met bæði við vitjanum og sýdnum síðum.

 

Hetta er 3. vikan hjá betri.fo á vevmátingarlistanum, og á vevmátingarlistanum gongur tað í øllum førum betri hjá betri.fo.

 

styrheim.com hevur lægst innlendis lutfall, og hfs.fo hægst innlendis lutfall. Tað eru nú 73 heimasíður við á vevmátingarlistanum og áhugin fyri listanum og fyri at verða við á listanum økist.