
23/08/2019
Nýggj veljarakanning, august 2019
Gallup Føroyar hevur gjørt veljarakanning vegna Miðlahúsið. Kanningin var gjørd í tíðarskeiðnum 17. – 21. august 2019, har 557 tilvildarliga útvaldir respondentar 18 ár og eldri hava svarað. Sambært veljarakanningini hevði Javnaðarflokkurin verið størsti flokkur við 24,2% av atkvøðunum, ein afturgongd á 0,9 í mun til løgtingsvalið í 2015.
Fólkaflokkurin hevði verið næststørsti flokkur við 22,1%, ein framgongd á 3,2% í mun til løgtingsvalið í 2015. Á triðjaplássinum er Sambandsflokkurin við 20,2%, sum er ein framgongd á 1,5%. Síðani kemur Tjóðveldið á fjórða plássinum við 18,3%, ið er ein afturgongd á 2,4% í mun til seinasta val.
Miðflokkurin hevði fingið 5,9% í mun til 5,5% á seinasta vali, meðan Framsókn hevði fingið 5,4% í mun til 6,9%. Sjálvstýrið stendur til 2,9% í mun til 4,0% á seinasta vali. Framtakið fyri rættinum at velja kannabis hevði fingið 1% og hevði ikki komið inn. Føroyaflokkurin hevði heldur ikki komið á løgting sambært hesari veljarakanningini.