Nym.fo beinleiðis á 10. pláss.

nym.fo kemur beinleiðis inn á 10. pláss á vevmátingarlistanum við 3.720 brúkarum. uf.fo tekur aftur egið met á øllum økjum, bæði við brúkarum, vitjanum og sýndum síðum. uf.fo hevði 11.823 brúkarar í viku 25/2007 og røkkur tað til eitt 4. pláss á vevmátingarlistanum.

 

nummar.fo sum er á 5. plássi og beint aftanfyri uf.fo hevði eisini egið met í farnu viku við 11.786 brúkarum. vikublad.fo hevur eisini veruliga spent seg út, og tekur egið met á øllum økum og hevði 7.355 brúkarar í farnu viku og er á 6. plássi. Trýst á hagtølini fyri vikublad.fo sum hevur ótrúliga jaliga gongd á øllum økjum, bæði við brúkarum, vitjanum og sýndum síðum. vfg.fo hevði størst framgongd í prosentum fyri brúkarar við 52,2%, síðani koma ask.fo skipalistin.fo framtak.fo lindin.fo faroephoto.com og antares.fo sum allar hava meira enn 20% framgongd í farnu viku.

 

hvonn.fo er nýggj á listanum, og kikarin.com er komin aftur á vevmátingarlistan eftir ein steðg. Eiði.com hevði hægst innlendis lutfall við 100% og styrheim.com hevði lægst innlendis lutfall við 2,1%.

 

olivant.fo er á 8. plássi á North Atlantic List, beint aftanfyri ruv.is sum er á 7. plássi og frammanfyri b2.is sum er á 9. plássi.