Nýtslan av føroysku heimasíðunum bert økist.

Vevmátingarlistin fyri viku 16/2007, sum nú er dagførdur, boðar frá fleiri metum. Flagskipið á vevmátingarlistanum olivant.fo tekur enn einaferð egið met, og er nú uppi á 44.002 brúkarum, sum er føroyskt met, so rudduliga.

 

Tað er ikki bert olivant.fo sum tekur egið met. uf.fo og vikublad.fo taka eisini egið met, og dimma.fo økir um talið av brúkarum hvørja viku, sjálvt um metið frá viku 41/2006 ikki er nátt enn, men tað verður óivað skjótt.

 

Hóast talan ikki er um nøkur met, so eru fleiri av heimasíðunum á vevmátingarlistanum rættuliga aktivar. Nevnast kann eitt nú trygging.fo

kaupthing.fo ras2.fo eivor.com skalaif.fo vinnuvitan.fo autoservice.fo

hagstova.fo mission.fo skipalistin.fo faroenature.net ahr.fo hfs.fo ut.fo

intrum.fo blakross.fo bert fyri at nevna nakrar úr rúgvuni, sum hava stóra framgongd frá viku 15 til viku 16/2007.

 

Áhugavert at tað ikki bert eru portalarnir sum verða nógv brúktir, men at fyritøkur og stovnar nýta meira og meira orku at hava eina dagførda heimasíðu, sum helst eisini lættir væl um. Brukarin venir seg til at fara fyrst á heimasíðuna at vita um teir upplýsingar� sóknast verður eftir, eru til taks, áðrenn ringt verður at spyrja.

 

Fylg við framburðinum� av alnótini á vevmátingarlistanum.�