Olivant nr. 10 á North Atlantic List.

olivant.fo sum hevur havt fyrsta pláss á føroyskavevmátingarlistanum síðani hann byrjaði, er nr. 10 á North AtlanticList. North Atlantic List er listi viðøllum síðunum sum eru við á Íslendska vevmátingarlistanum og heimasíðunum av føroyska vevmátingarlistanum. planet.fo er nr. 22 á North Atlantic List.

 

Hetta er um listin verður skipaður eftir tali av brúkarum. Um North Atlantic List verður skipaður eftir vitjanum, so kemur olivant.fo upp á eitt 5. pláss.

 

Far inn á ymisku listarnar og skipa listarnar eftir tínum ynski við at trýsta á brúkarar, vitjanirog sýndar síður. Hagtøl fyri ymisku síðurnar kanst tú eisini fáa fram við at trísta á ymisku tølini. Brúkamúsina og týsta á ymisku knøttarnar.