Omnibuskanningar fýra ferðir um árið

Gallup Føroyar ger fýra Omnibuskanningar um árið – í februar, apríl, august og november. Ein omnibuskanning merkir, at fyritøkur, stovnar, ráð, einkultpersónar o.o. fyri eitt gjald kunnu bíleggja sær pláss til ein ella fleiri spurningar. Tað er avmarkað pláss í einari Omnibuskanning. Umleið 8-9 grundspurningar eru, sum kunnu krossast við spurningarnar hjá kundunum fyri at fáa fleiri úrslit burturúr einum spurningi. Gallup Føroyar ringir til yvir 500 fólk í  einari slíkari kanning og aftaná verða tølini vektað í mun til veruliga fólkatalið í Føroyum fyri at geva eina rættvísa mynd av úrslitunum. Meira kunning fæst við at ringja á tel. 222 885.