Onnur vika er dagførd

 

Tær síðurnar, sum tóku egið met í farnu viku, eru kagi.fo, olivant.fo, kjak.fo, gulu.fo, grillin.dk og nora.fo. Harumframt tóku tvær tær síðstu síðurnar egið met á øllum trimum økjunum við stórum prosentvøkstri.

Nora.fo hevði næstan 100% framgongd á øllum økjum, meðan grillin.dk hevði yvir 1000% vøkstur á einum øki. Grillin.dk flutti seg frá einum 59. plássi upp á nr. 30 í farnu viku. Møguliga er tað aftur nym.fo, sum hevur verið upp á spæl. Nym.fo hevur havt leinkju til grillin.dk og tað plagar at síggjast aftur á listanum.

 

Aðrar síður, sum høvdu stóra framgongd í aðru viku, vóru simprentis.com og jardfeingi.fo

 

Samanumtikið var listin í aðru viku rættiliga positivur – vit vóna líknandi úrslit í næstu viku.