Oops! I did it again – and again and again

Gekkurin er nú á 1.250.000,00, tað kann vera ein� orsøk fyri stóra áhuganum fyri uf.fo í hesum døgum. Onnur orsøk kann vera, at summarskráin nú er farin og vetrarskráin er komin og myndakappingin er av á hesum sinni. Áhugin fyri myndakappingini hevur verið rættuliga stórur á uf.fo og myndir hava stóran áhuga á vevinum. uf.fo tók egið met, bæði við brúkarum og vitjanum.

 

olivant.fo er veruliga ein risi í Norðuratlanshavinum. olivant.fo er í harðari kapping við vedur.is og leit.is á North Atlantic List. olivant.fo ger tað aftur og tekur egið met, bæði við brúkarum og vitjanum. Far inn í hagtølini á vevmátingarlistanum og hygg eftir flottu gongdini hjá olivant.fo fyri brúkarar.

 

dimma.fo heldur seg ikki aftur. dimma.fo er sanniliga við í kappingini í Norðuratlanshavi. Nr 31. á North Atlantic List og nr 5. á føroyska listanum. dimma.fo tekur egið met, bæði við brúkarum og vitjanum. Far somuleiðis inn í hagtølini hjá dimma.fo á vevmátingarlistanum og hygg eftir flottu gongdini hjá dimma.fo.

 

nordlysid.fo ger ikki óvantað nógv burtur úr stóra spenninginum á Injector Arena, ella úr Djúpumýru Sunnudagin, tá KÌ vann 2-1 á B71. nordlysid.fo megnar enn einaferð at taka egið met í vitjanum.

 

123.fo dugur sera væl at fáa teirra brúkarar innaftur og innaftur á 123.fo. Teir 4.044 brúkararnir� vóru 4,2 ferðir inni á 123.fo hvør. Tað gevur 123.fo egið met í vitjanum. �

 

Eitt livandi kjak er óivað tekin um at demokratiið virkar í einum samfelag. Far inn í hagtølini fyri kjak.fo á vevmátingarlistanum. Gongdin hjá� kjak.fo er rættuliga jalig.

 

starv.fo tekur egið met á øllum økjum.� postverk.fo tekur egið met í sýndum síðum. gartnari.com hevur veruliga gjørt ein vørr í viku 38/2008. �