Oops! I did it again

So langaði olivant.fo til aftur og tók enn einaferð egið met við 55.253 brúkarum í viku 37/2008. Tíðindini hava verið mong í farnu viku, eitt nú um Heidi Andreasen, (myndin) sum hevur verið til paraolympisku leikirnar.

 

Men tað er ikki bert olivant.fo sum ger um seg á vevmátingarlistanum. uf.fo er á 3. plássi og tekur eisini enn einaferð egið met við vitjanum. Teir 16.582 brúkararnir hjá uf.fo hava verið 3,8 ferðir inni í part, ella 63.022 ferðir, sum eisini er egið met hjá uf.fo.

 

dimma.fo heldur seg sanniliga eisini framat. dimma.fo var bert 4 brúkarar frá gamla metinum.

 

Á 9. plássi er football.fo.

Tað gjørdist enn eitt tepurt tap, tá Føroyska landsliðið, mikukvøldið 10. september, møtti Rumenia á Tórsvølli. Landsliðsvenjarin var ikki nøgdur við áhugan føroyingar høvdu fyri dystinum, men áhugin fyri heimasíðuni football.fo er stórur. Trýst á hagtølini fyri� football.fo og hygg eftir góðu gongdini hjá football.fo.

 

vinnuvitan.fo er á 16. plássi og tekur egið met við 4.232 vitjanum. starv.fo tekur enn einaferð egið met við 1.401 brúkara.

 

Dating á netinum er meira og meira vanligt. faroedating.fo tók egið met við 7.666 vitjanum. Hvør brúkari hjá faroedating.fo var 7,8 ferðir inni á faroedating.fo fyri at vita um tað nippar í. 77,3% av brúkarunum á faroedating.fo er úr Føroyum.

 

hotel-runavik.fo hevur fingið brúkarin veruliga at brúka teirra síðu og tekur egið met bæði við vitjanum og sýndum síðum.