Óreglulig ferðsla í tali av vitjandi á Portal.fo

Portal.fo og Gallup Føroyar hava í felag saman við Modernus í Íslandi, sum umsitur Vevmátingarlistan hjá Gallup, kannað vitjunartølini á portal.fo og øðrum atknýttum síðum og funnið fram til, at onkur keypir sokallaðan ”machine generated traffic” fyri at órógva tølini. Tó skal viðmerkjast, at Vevmátingarlistin, megnaði at frásortera mestapartin av hesari ferðslu, sum í hesum førinum kom úr Bulgaria og taldi fleiri túsund vitjanir.Vit halda eyga við ferðsluna og hvaðani tey vitjandi koma frá fyri at umganga slíkar støður.

Tað er umráðandi fyri lýsararnar eins og heimasíðurnar, at tølini á Vevmátingarlistanum hjá Gallup Føroyum eru røtt og álítandi. Tað er eisini sera týdningarmikið, at allir partar brúka somu eftirfarandi skipan sum til dømis Vevmátingarlistan, soleiðis at til ber at samanbera tølini á sama og rætta grundarlagi.

Gallup Føroyar fer at kunna allar kundarnar á Vevmátingarlistanum um nýggja reglugerð, sum staðfestir, hvussu allir luttakararnir skulu bera seg at fyri at vísa góðan sið og virðing fyri øðrum á listanum. Avleiðingin av at keypa ferðslu er í fyrstu syftu, at tølini verða strikað fyri eitt tíðarskeið. Harumframt verður tað álagt kundunum á Vevmátingarlistanum at strika tær IP-adressur, sum forbrongla tey veruliga lesaratølini áðrenn eina ásetta freist. Annars kann viðkomandi vera í vanda fyri at vera tikin av Vevmátingarlistanum