Portalurin nærkast 50.000 vitjandi brúkarum

Enn einaferð tekur Olivant.fo egið met í brúkarum. Føroyingar sýnast at brúka meir og meiri tíð á netinum, og ein av hesum síðunum sýnast at vera Olivant.fo, sum hevði 48.280 brúkarar á síðuni í viku 43. Olivant.fo hevði 39.722 brúkarar vitjandi í somu viku í fjør. Eingin ivi er um, at portalurin fer at taka metið fleiri ferð afturat, men spennandi verður at vita, um hvussu nógvar vikur skulu ganga, áðrenn tann fyrsta føroyska síðan kemur uppá 50.000 markið.

Men tað er ikki einans portalurin Olivant.fo, sum hevði tað gott í viku 43. Portalurin hja Knassum, nevniliga knassi.fo fór tvey pláss upp frá nr. 18 í viku 42. Hóast tølini eru svingandi, sýnast tey nú at fara rætta vegin. Knassi.fo hevði 2.425 vitjandi brúkarar í viku 43 – metið er 2.899.

 

SMS.fo slapp eisini at sóla sær í succes í síðstu viku. Eftir at hava støðug tøl í nærum eitt heilt ár, brustu øll tølini upp í loft – øll tølini høvdu væl yvir 100% framgongd. SMS.fo fór frá nr. 36 uppá 28. pláss í viku 43.

 

Ein av teimum nýggju síðunum á Vevmátingarlistanum, Kagi.fo, er eisini á veg upp eftir listanum. Hóast hon einans hevur verið á síðuni í tvær vikur, sýnast tølini at gerast penari – spennandi verður at vita, hvussu langt upp Kagi.fo sleppur, áðrenn talið verður meiri støðugt.