Rættuligt lív í, á vevmátingarlistanum.

 

Tað er rættuligt lív í, á vevmátingarlistanum. Føroyskar heimasíður taka egið met ferð eftir ferð, og aftur í viku 24/2007 eru fleiri met.

 

’Einki porno, bara frekt’ , eldurin á gomlu gentukostdeildin, Real Madrid spanskur meistari og føroyskur fótbóltur, eru nøkur av evnunum, sum helst hava drigið nakrar brúkarar til sín.

 

uf.fo tekur egið met á øllum økjum, bæði í brúkarum, vitjanum og sýndum síðum. olivant.fo tekur egið met 3. vikuna á rað við sýndum síðum. vikublad.fo tekur egið met bæði við vitjanum og sýnum síðum, byin.fo hevði 44,0% framgongd við brúkarum. Føroyskir fjølmiðlar vildu vera við, at tað fór at vera tað reina porno á Eclipse fríggjakvøldið, men byin.fo kom við rættleiðing og skrivar, ’Einki porno, bara frekt’.

 

Stóru skorararnir í prosentum vóru ut.fo, forum.fo, krea.fo, byin.fo, mj.fo, nordfra.fo, ask.fo, simprentis.com, eiði.com, synergi.fo, trade.fo, knassi.fo, eivor.com sum allar høvdu meira enn 20% framgongd í brúkarum.

 

Myndin er lænt av http://www.byin.fo/ � �