Rembingar á vevmátingarlistanum hóast summarfrítíðin er byrjað.

Hóast summarfrítíðin er byrjað og tað vanliga ber boð um minni nýtslu av føroysku heimasíðunum, so eru fleiri síður sum taka egið met í viku 27/2008.

 

sportal.fo tekur egið met við� 66.494 vitjanum, ella hvør brúkari var 3,1 ferðir inni á sportal.fo í farnu viku.

 

123.fo er á 9. plássi á vevmátingarlistanum við 4.117 brúkarum og tað er egið met hjá 123.fo. Hetta er 6. vika hotel-runavik.fo er á vevmátingarlistanum og tekur hotel-runavik.fo egið met í brúkarum og vitjanum í farnu viku.

 

Annars eru nakrar stórar prosent økingar á listanum í farnu viku. sms.fo intrum.fo og styrheim.com hava allar meira enn 100% framgongd í brúkarum í mun til viku 26/2008.

 

hotelforoyar.fo planet.fo betri.fo floghavn.fo og mission.fo hava allar meira enn 40% framgongd.

 

olivant.fo sum hevur verið á fyrsta plássi síðani føroyski vevmátingarlistin fyrstu ferð varð kunngjørdur, hevur 9.871 fleiri brúkarar í viku 27 í ár enn í viku 27 í fjør. So hóast olivant.fo hevur havt afturgongd seinastu vikurnar, so er tó talan um stóra framgongd í mun til somu tíð í fjør.

 

Ein síða sum dimma.fo hevur eisini øking við 3.475 brúkarum í mun til somu viku í fjør. dimma.fo hevur munandi fleiri vitjanir í viku 27/2008 enn í viku 27/2007, ella heili 20.803 fleiri vitjanir.

 

Summarkapping hjá uf.fo hevði lítla afturgongd í farnu viku, men summarkappingin hjá uf.fo hevur tó hilnast betur í ár enn somu tíð í fjør.