Sær nakað ljósari út

 

 

Við hesum meinast sjálvsagt við Vevmátingarlistan. Í mun til í viku 48 er listin blivin nakað penari. Fleiri síður hava tikið egið met, og nakrar hava stóra framgongd, hóast tær ikki taka egið met.

 

Tær síðurnar, sum tóku egið met í farnu viku eru:

123.fo, nr.fo, dimma.fo, vikublad.fo, vinnuvitan.fo og gartnari.com.

 

Millum tær, sum høvdu stóra framgongd uttan at taka egið met eru:

antares.fo og synergi.fo.

Nýggjasta síðan á Vevmátingarlistanum er glitnir.org. Tað er síðan hjá kendasta (og einasta?) karaoke staðnum í Havnini, Glitnir. Glitnir.org fekk ikki vitjanirnar fyri allan mánadagin við, men kemur tó inn á listan sum nr. 68. Spennandi verður at síggja hvussu langt síðan sleppur upp, so skjótt tølini verða normaliseraði um nakrar vikur. Vit á Gallup bjóða glitnir.org vælkomi á Vevmátingarlistan!

Men Vevmátingarlistin vísir eisini tekin uppá lív. Vevmátingarlistin fer fram yvir at verða meira prentaður í miðlarnar, so fleiri kunnu gerast klókari av hagtølunum. So havi eyguni opin, tí at hetta skal gerast ein fastur táttur!