Samgongan varðveitir ein smalan meiriluta

Í tíðarskeiðnum 10. apríl til 2. mai 2017 gjørdi Gallup
Føroyar eina veljarakanning, ið var umbiðin av Zakarias Wang. 541 tilvildarliga útvaldir svarpersónar, 15 ár og eldri, hava luttikið í kanningini. Tó hava einans teir 525, ið hava valrætt, svara júst hesum spurningum.   

Sambært
kanningarúrslitunum ganga allir flokkar aftur undantikið Fólkaflokkurin (við 2,2%),
Sambandsflokkurin (við 1,7%) og Miðflokkurin (við 0,6%). Størstu afturgongdina
hava Sjálvstýri og Framsókn við ávíkavíst 1,8% og 1,5%.

Samstundis gevur kanningin tó ábendingar um, at tað ikki eru
stórar flytingar í atkvøðunum. Hóast afturgongdina hjá flokkunum í samgonguni,
so eru broytingar í tingsessum allar í andstøðu við at ein anstøðuflokkur missir
til tveir andstøðuflokkar. Samanlagt fær andstøðan sostatt 16 tingsessir og samgongan
17 tingsessir og varðveitir hon harvið ein smalan meiriluta.

Sambært veljarakanningini fær Sjálvstýri 2,3% og fellir harvið fyri markinum á 3,03%. Hetta merkir sostatt, at Sjálvstýri, sambært
kanningarúrslitunum, dettur burtur úr Løgtinginum. Havast skal tó í huga, at fyrivarni
skal takast fyri einari ávísari óvissu í veljarakanningum. Um eitt nú 2% siga,
at tey velja Sjálvstýri, so er óvissan +/- 1,2%. Sostatt kann talið hjá
Sjálvstýri liggja millum 1,1% og 3,5% og harvið er ikki vist, at flokkurin
fellir undir markið.  

Veljarakanningin hjá Gallup Føroyum setti somuleiðis
sjóneykuna á áhugan fyri loysing og úrslitini geva ábendingar um, at áhugin fyri
loysing er lítil. Spurd “Um fólkatingið
avtekur fíggjarliga stuðulin til Føroyar, tekur tú tá undir við..?”
svaraðu
heili 61% av svarpersónunum, at tey vilja hava sama tilknýti til Danmark, sum
nú hóast ríkisveitingin fellir burtur. Somuleiðis ynskir størsti partur av veljaraskarðanum hjá
Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum hendan leistin heldur enn eitt nú,
at Føroyar vórðu innlimaðar í Danmørk, um ríkisveitingin fall burtur.

Sum hin einasti veljaraskarðin, er ein meiriluti av Tjóveldisveljarum
fyri loysing, um ríkisveitingin fall burtur.