Simprentis.fo slapp at sóla sær í viku 44

 

Toppskorarin í viku 44 varð uttan iva simprentis.fo. Síðan hjá heimsumfatandi olju og gassfelagnum kleiv heilt uppá 29. pláss eftir at hava verið á 47. plássi í viku 43. Síðan hevur fyrr verið heilt uppi á 19. plássi, sum var vikuna áðrenn, men hóast stóru afturgongdina í viku 43 sýnist síðan at koma fyri seg aftur.

 

Eisini síðan hjá Ólavi Frederiksen, faroephoto.com hevði framgongd í viku 44. Faroephoto.com kleiv 10 pláss upp uppá nr. 40 í síðstu viku.

 

Og nym.fo slapp hesaferð inn aftur á topp 10 á Vevmátingarlistanum. Føroyska síðan við føroyskum og útlendskum undirhaldi av ymiskum slagi hevur tær síðstu vikurnar kappast við m.a. ft.fo og kvinna.fo, men slapp innum aftur á 9. pláss í viku 44.

 

(Myndina eigur simprentis.com)