Skipanin aftanfyri Vevmátingarlistan verður dagførd

Skipanin aftanfyri Vevmátingarlistan verður dagførd í hesum døgum, har millum annað First party measuring codes verða aktiveraðar. Av tí at brek kom í skipanina, tá ein servari gekk fyri, eru tølini frá 21. juli til 4. august ikki tøk. Skipanin koyrdi aftur síðsta vikuskiftið og tølini fyri hesa vikuna (frá 4. august – 11. august) verða tøk komandi mánadag, 12. august, boðar Modernus í Íslandi frá. Vit biða um umbering.