Skulu marknaðarfólk vera kreativ?

12. juni hittust limirnir í Felagnum føroysk marknaðarfólk á
Marknaðartorgi í hølunum hjá Gallup Føroyum. Evnið var “Skulu marknaðarfólk
verða kreativ?” Niels Arge Galán, kreativur stjóri á Sendistovuni og Dánjal
Samuelsen, marketing manager hjá Elektron høvdu tveir sera áhugaverdar
fyrilestrar um evnið. Tað at ein marknaðardeild hevur til uppgávu at gera
lýsingar er ein misskiljing av teimum heilt stóru, sambært Niels Arge Galán. Í
staðin tosaði hann um 10 ting, sum marknaðardeildir eiga at hugsavna seg um. Dánjal
tosaði um sambandið millum fyritøkur og lýsingarfyritøkur fyrr og nú og tær
broytingar sum fíggjarkreppan í 2009 hevur havt við sær.