sms.fo størst framgongd í prosentum í viku 17/2007.

sms.fo hevði framgongd við 62,8% í farnu viku. antares.fo 27,3%, vinnuvitan.fo 23,3%, vfg.fo 17,1%, floghavn.fo 16,7% og forum.fo 14,3% framgongd í tali av brúkarum.

 

vinnuvitan.fo skipaði saman við Reklamufelagnum fyri Koluni fríggjadagin 27. apríl, og hevur tað óivað givið nakað av ferðslu á vinnuvitan.fo.

 

vinnuvitan.fo skrivar á heimasíðuni, at:� “Reproz var tann lýsingarfyritøkan, sum vann flestar virðislønir, tá ið Vinnuvitan og Reklamufelagið skipaðu fyri fyrsta kolutiltakiðnum í Havnar Bio í gjár.” vinnuvitan.fo tekur eisini egið met í farnu viku við 1.022 brúkarum.

 

sms.fo hevur størst framgongd við vitjanum og við sýndum síðum eisini. Gunnvá Patursson og Elisa Heinesen skipaðu fyri stórari mótasýning á Torginum í SMS hósdagin 26. apríl 2007. Tað kann vera ein orsøk til stóra áhugan fyri sms.fo

 

Myndin er av sms.fo