SMS.fo tekur egið met fyri 3. ferð á rað

 

 

Vevmátingarlistin er dagførdur til viku 17. Í farnu viku  hendu nakrar smávegis broytingar á topp 10 listanum yvir brúkarar.
Føroya Tele átti í viku 16 1., 2., 3. og 4. pláss, men vika 17 vísti seg, at Planet.fo skuldi flytast niður. Uf.fo eigur hesaferð 4. plássið. Hareftir kemur framvegis dimma.fo og beint í hølunum planet.fo. Vikublad.fo fór í farnu viku eitt pláss upp á 7. pláss, sum býtir pláss við nordlysid.fo. 123.fo og ft.fo halda fast við sítt pláss.

Tað vísti seg, at sms.fo enn einaferð skuldi taka egið met. Tvær tær síðstu vikurnar tók síðan hjá SMS nevniliga egið met á ymsum økjum, og hesaferð varð talan um økið brúkarar.

Síður, sum annars standa út í viku 17 eru m.a. tann umtaldað planet.fo, sum átti 48,7% framgongd í farnu viku, simprentis.com, sum hevur síni “ekstremu” tíðarskeið og hesaferð átti eina framgongd á 650,2% í sýndum síðum. Bil.fo átti eina framgongd á 61,8% í brúkarum, ut.fo 103,6% í brúkarum, og eisini grillin.dk átti eina pena framgongd við 161,3% í sýndum síðum.

Sí annars fleiri hagtøl á Vevmátingarlistanum.