sportal.fo stjørnuskotið í viku 11/2007

sportal.fo hevði 18.695 brúkarar í farnu viku og setti egið met bæði í tali av brúkarum, vitjanum og sýndum síðum. 18.695 brúkarar eru eisini nógv tað mesta nøkur siða, uttan olivant.fo hevur havt í Føroyum. nummar.fo tók eisini egið met í farnu viku og hevði 11.435 brúkarar.

 

kassi.fo hevði vøkstur við heili 216,1% í brúkarum og tekur egið met í nýggjar tíð , bæði við brúkarum og vitjanum. sportal.fo hevði� størst� vøkstur við 111,2% prosentum í vitjanum og trade.fo hevði størst vøkstur í sýndum síðum við 222,9%. So tað hendir nógv á vevmátingarlistanum.

 

intrum.fo hevði størst innlendis lutfall við 51,9% og styrheim.com og eivor.com hava enn lægst innlendis lutfall ella hægst útlendis lutfall og størst útflutning úr Føroyum.

 

olivant.fo er nr 10 á North Atlantic List og sportal.fo er nr 18. á North Atlantic List.

 

Fólk frá Modernus, sum gera ritbúnaðin til vevmátingarnar eru í Føroyum, og leygardagin høvdu tey, sum eru við í Modernus skipanini møguleika at kunnu seg um brúk av hagtalsskipanini. Flestu síðurnar á vevmátingarlistanum gjørdu brúk av hesum møguleika.