starv.fo nýggj á vevmátingarlistanum.

 

starv.fo er nýggj á vevmátingarlistanum og kemur inn á 10. pláss við 3.293 brúkarum og heili 56.496 sýndum síðum. Vanliga eru nógvar síður, ið taka sítt egna met og í viku 03/2007 er onki undantøk. olivant.fo hevði 41.949 brúkarar í farnu viku og enn einaferð egið met, sama ger nummar.fo við 11.285 brúkarum. nordlysid.fo tekur egið met við heili 6.411 brúkarum. dimma.fo tekur ikki egið met, men kurvan gongur avgjørt rætta vegin uppeftir. vikublad.fo hevur eisini kurvu ið gongur uppeftir og hevði 5.158 brúkarar í farnu viku. trygging.fo tekur ikki egið met, men tað er nær við. kvinna.fo tekur egið met í vitjanum við 16.675 vitjanum, tað sigur tað sama sum, at brúkararnir koma oftari og oftari innaftur.�

 

Størstu prosent økingina hevur blakross.fo við 72,8 % og drekin.fo hevur størst prosent øking í sýndum síðum.

 

starv.fo kemur sum nevnt nýggj á listan inn á 10. pláss og verður spennandi at fylgja gongdini hjá starv.fo.� Hørð kapping hevur verið� um 10. pláss síðani vevmátingarlistin byrjaði. Nú eru 5 síður sum hava millum 2 og 3 túsund brúkarar: kall.fo 123.fo ssl.fo ft.fo og knassi.fo og kappast soleiðis eisini um 10. pláss saman við starv.fo.