Stóru síðurnar gerast størri og størri.

Eru metsøgurnar á vevmátingarlistanum áhugaverdar? Hvussu er og ikki, so gerast stóru síðurnar á vevmátingarlistanum størri og størri og taka egið met javnan.

 

uf.fo hevði 42.997 vitjanir í viku 35/2007. Ì farnu viku, ella viku 25/2008, tó uf.fo egið met við 61.488 vitjanum. uf.fo hevur dugað at fáa brúkararnar oftari og oftari á síðuna.

 

dimma.fo hevði 6.604 brúkarar í viku 35 í fjør og 10.552 í viku 35 í ár. 123.fo hevur fingið tað til ein vana at taka egið met og ger tað bæði við brúkarum og vitjanum í viku 35/2008. 4.254 brúkarar og 16.756 vitjanir, ella hvør brúkari er knapt 4 ferðir um vikuna inni á 123.fo.

 

keldan.fo tekur egið met, bæði við vitjanum og sýndum síðum. Og hevur størst framgongd við prosentum fyri brúkarar og vitjanir. skipalistin.fo hevur størst framgongd í prosentum fyri sýndar síður.

 

olivant.fo er á 4. plássi á North Atlantic List, bæði tá talan er um vitjanir og sýndar síður.

 

hfs.fo hevur hægst innlendis lutfall 95,6% og styrheim.com er javnan lægst við innlendis lutfalli. Í viku 35/2008 megnaði styrheim.com at hava 100% av brúkarunum uttanlands.

 

stamps.fo hevur t.d. bert 7,2% av brúkarunum úr Føroyum, eivor.com 10,0%, trade.fo 12,5%, eiði.com 12,5% nora.fo 15,5%, hotelforoyar.fo 32,3%� hotel-runavik.fo 34,2% faroephoto.com 35,2% antares.fo 36,4% kassi.fo 40,0%