Stórur áhugi fyri faroenature.net

Áhugin fyri náttúruni er stórur, og hetta er árstíðin tá fugla og plantulívið hevur størst áhuga millum føroyingar. faroenature.net er rættuliga áhugaverd heimasíða, fyri tey sum hava áhuga fyri plantum, fuglum og náttúruni annars. Myndin omanfyri er lænt av faroenature.net, og er av einum Hegra. Á faroenature.net eru nógvar áhugaverdar myndir, og nógvir áhugaverdir upplýsingar.

 

Áhugin at kjakast á vevinum økist, og hevði kjak.fo egið met í viku 20/2007. Tað eru fleiri og fleiri heimasíður við kjaksíðum, og fara fleiri áhugaverd kjak fram á vevinum í hesum døgum.

 

Áhugin fyri at lesa tíðindi á vevinum er eisini stórur, og hava tíðindasíðurnar uf.fo nordlysid.fo dimma.fo og vikublad.fo, allar framgongd frá viku 19/2007. vikublad.fo tekur enn einaferð egið met. Tíðindasíðurnar hava allar javnt stóra framgongd, í mun til somu tíð í fjør.

 

Myndirnar eru læntar frá� faroenature.net