Summar Festivalur, fótbóltur og flogferðsla hevur merkt viku 31/2007 á vevmátingarlistanum.

 
planet.fo hevði framgongd við heili 79,7% í brúkarum í farnu viku og tekur egið met á øllum økjum. Bæði tá talan er um brúkarar, vitjanir og sýndar síður. Her er tað helst Summar Festivalurin sum hevur gjørt sítt til.
 
olivant.fo tekur egið met bæði í vitjanum og sýndum síðum. olivant.fo hevði 2.869.181 sýndar síður og er tað so rudduliga føroyskt met í sýndum síðum. olivant.fo tekur 4. pláss á North Atlantic List fyri sýndar síður.
 
nym.fo tekur egið met, bæði í vitjanum og sýndum síðum. football.fo hevur mundandi fleiri brúkarar, nú Formuladeildin er byrjað aftur. floghavn.fo tekur egið met í vitjanum. Flogferðslan hevur verið óstøgugt, og stórur áhugi varð helst, um nøvn sum Kim Wilde, Bryan Rice, Scorpions v.m. fóru at lenda og� ask.fo heimasíðan er nógv merkt av, at eitt nýtt lestrarár byrjar.
 
Tað sum helst hevur havt størst áhuga í farnu viku er m.a. Olshana, sum sakk við Flesjarnar fríggjamorgunin.� Summar Festivalurin, UEFA fótbóltsdystirnir,� Formuladeildin,� Flogferðslan og formansskiftið í Fólkaflokkinum.