Summarfrítíðin er av, og tað sæst aftur á vevmátingarlistanum,

Summarfrítíðin er av og dagligdagur er aftur á vevmátingarlistanum. Vika 33/2007 hevur verið ein hendingarík vika á vevmátingarlistanum. uf.fo fer við 3. plássi á vevmátingarlistanum, olivant.fo vikublad.fo dimma.fo taka allar egið met í vitjanum. Tvs., at brúkararnir koma oftari og oftari á hesar síðurnar. 123.fo er komin uppaftur á 13. pláss og ras2.fo kom aftur uppum 1.000 brúkarar í einari viku. ras2.fo hevur aftur tíðindasendingar og er tað dimma.fo sum stendur fyri tíðindasendingunum á ras2.fo. Tað eru helst fleiri, sum lurta beinleiðis á netinum.

 

Størst framgongdina í prosentum hava kikarin.com simprentis.com 

grillin.dk eidi.com byin.fo lindin.fo mission.fo intrum.fo sum allar hava meira enn 50% framgongd frá viku 32/2007.

 

Ein av stóru hendingunum í vikuni var steypafinalan um løgmanssteypið, sum varð leikt í Gunadali mikukvøldið, millum EB/Streym og HB. Fyri EB/Streym varð hesin dysturin søguligur, tá liðið á fyrsta sinni megnaði at vinna nakað stórt. Men dystur fer helst eisini í søgbøkurnar, sum ein av góðu dystunum sum eru leiktir. Veðurfrøðingarnir lovaðu ódn áðrenn dystin, og tað beliv eisini ódn, men ikki so nógv tann ódnin sum veðurfrøðingarnir lovaðu, hon kom ikki í Gundadal fyrenn eftir midnátt, men á vøllin var ódn allan dystin. Flestu leikarar á báðum liðum, spældu helst sín lívs dyst, og eftir gott 20 minuttir var EB/Streymur á odda 3-0, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.� Chamipons League final í Istanbul� millum Liverpool og Milan var í tonkunum hjá mongum og tað minti eisini nakað um tann stórdystin. Endaliga úrslitið gjørdist 4-3 til EB/Streym, sum gjørdist steypavinnari 2007. Tillukku við tí.

 

Tað var helst størsta hendingin á netinum í farnu viku, og vóru tað helst mangir føroyingar uttanlands sum fylgdu við á netinum.