24/12/2007
Tað er jólaaftan, og tølini fyri viku 51 er løgd út á netið.
Hóast ein heldur reyðan lista hesuferð, er tó onkur síða, sum tók egið met í viku 51.
Hesar síðurnar eru: kyndil.fo, bitland.fo og vinnuvitan.fo
Vinnuvitan.fo tók egið met í brúkarum og vitjanum – og fóru tí frá einum 19. plássi í viku 50 uppá nr. 16.
Bitland.fo tók egið met í sýndum síðum. Sìðan hevði eina framgongd uppá heili 227,6 % í viku 51. Og bólkað eftir sýndum síðum fór síðan frá einum 63. plássi uppá eitt 48. pláss.
Kyndil.fo átti yvir 500 vitjandi brúkarar á síðuni í viku 51. Hetta er ein framgongd uppá 55,2 % og tískil tók kyndil.fo egið met.
Gallup ynskir øllum eini gleðilig jól!