Tiltak: Óvissan um veljarakanningar

Hóskvøldið, hin 9. februar 2017,
skipaði áhugafelagið
Samfelagið fyri
tiltakinum “Óvissan um veljarakanningar”. Rógvi Olavson var orðstýrari á
kvøldinum og saman við áhugaverdum fyrilestrahaldarum, varð sjóneykan sett á
veljarakanningar, háttarlag og óvissu.

Umframt at vera orðstýrari, setti
Rógvi Olavson eisini tiltakið við stuttari inngangsrøðu um týdningin av
veljarakanningum, sum lut í fjølmiðlaheiminum og undir einum politiskum
valstríði.

Laila Hentze, stjóri í Gallup
Føroyum, fekk síðani orðið og greiddi frá teimum mannagongdum, háttarløgum, trúnaðarintervallum
og politisku vektingum, ið mynda veljarakanningarnar hjá Gallup Føroyum. Eftir
hesa framløgu, segði eitt umboð fyri felagið Lóðir, Heri Joensen, nøkur orð um umrøðuevnið.
Í sínari framløgu varpaði hann ljós á tað trupla og viðbreðkna við at arbeiða
við veljarakanningum og vísti á, at felagið av hesi grund ikki ger eins nógvar
veljarakanningar nú, sum áður.

Næstur á skránni var
støddfrøðiligi búskaparfrøðingurin, Flóvin Eidesgaard. Við sínari framløgu legði
hann út við at greiða frá sínum egnu frásøgnum um amerikanska forsetavalið og
endaði við áskoðum um styrkir og veikleikar við samansettum veljarakanningum.

Síðstur av fyrilestrahaldarunum var hagfrøðingurin Jón
Joensen, og gagnnýtti hann løtuna við at greiða frá marginalunum undir einari
veljarakanning. Harumframt greinaði hann út, hví veljarakanningar tíðum kunna
tykjast ymiskar og hví tær vísa júst tað, sum tær gera.

Eftir framløgurnar fingu áhoyrarar høvi at seta spurningar
og hesin møguleiki legði lunnar undir einum áhugaverdum kjaki partarnar ímillum.
Millum annað varð kjakast um týdningin av fjølmiðlagreinan, óvissu, spurningum
og umstøðum í samband við veljarakanningar.  
 

 Áleið 60-70 áhoyrarir
tóku lut á tiltakinum, ið var alment og ókeypis.   

Tikið myndina hevur: Anna Katrin Matras