Treystitalið, januar 2020

Vístalskanningin hjá Hagstovu Føroya er tað samanvigaða vísitalið frá 5 spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið hevur ligið millum 21 og 26 síðan á sumri 2017, men er hesaferð frá kanningini í januar komið upp á 32. Í januar 2017 var talið 31 annars skulu vit heilt aftur til juli 2014 fyri at finna eitt tal sum er hægri, tá var tað 37.

Húsarhald, tilfeingisvinna og annar ídnaður, byggivinnan, handilsvinna og tænastuvinna eru spurd. Vit skulu aftur til juli 2014 fyri at finna eitt tal sum er størri enn 32. Í juli í 2014 vart treystitalið 37. 32 er miðaltalið. Sammett við talið í fjør juni, er talið hjá brúkarum tó farið úr 19 niður í 5.

Hjá byggivinnuni er treystitalið farið úr 13 niður í minus eitt. Hjá øðrum vinnum er talið farið upp, mest hjá tænastuvinnuni, úr 39 upp í 53, hjá tilfeingisvinnuni úr 13 upp í 35, og hjá handilsvinnuni úr 23 upp í 29.