Treystitalið, juni 2020

Treystitalið er fallandi í mun til tølini frá síðstu kanning í januar 2020. Hetta vísa nýggjastu tølini í Vístalskanningini hjá Hagstovu Føroya. Kanningin er gjørd eftir, at Covid-19 rakti heimin og hevur sostatt eisini havt ávirkan á okkara gerandisdag og okkara væntanir til fíggjarligu og búskaparligu útlitini komandi árið. Tí sæst stórur munur á tølunum í juni 20 og so tølunum frá januar 20.

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá fimm spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið hevur ligið í støðugari legu seinastu trý til fýra árini, men er fallið frá 32 í januar til -16 í juni. Talan er um størsta fallið frá einari kanning til aðra hesi 14 árini, kanningarnar hava verið gjørdar. Sí nærri á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya: https://hagstova.fo/fo/tidindi/konjunkturbarometrid-fellur