
10/07/2021
Treystitalið nærkast langtíðarmiðalinum
Kanningin hjá Hagstovuni Treystitalið fyri juni 2021 vísir framhaldandi jaliga gongd eins og í januar 2021 í mun til stóra fallið í 2020, tá koronafarsóttin herjaði. Treystitalið var 9 í januar 2021 og hækkaði eitt vet til 11 í juni og nærkast spakuliga langtíðarmiðalinum á 17. Tær fimm hálvárligu kanningarnar geva ábendingar um støðu og væntanir hjá húshaldum og teimum fýra vinnubólkunum: handilsvinnuni, byggivinnuni, tilfeingisvinnuni og tænastuvinnuni.
Hesar kanningar verða gjørdar januar og juni hvørt ár, har yvir 500 fólk luttaka umframt yvir 100 fyritøkur.