Tvey hotel tóku egið met

 

Í viku 28 átti Vevmátingarlistin heili 73 síður á listanum, hvørs 23 teirra høvdu meir enn 1.000 vitjandi brúkarar um vikuna og 18 teirra høvdu fleir enn 10.000 sýndar síður um vikuna. Hotelforoyar.fo er ein teirra.

Í farnu viku tók síðan hjá Hotel Føroyar met á øllum trimum økjunum. Hotelforoyar.fo hevði í viku 28 1.245 vitjandi brúkarar í mun til teir 935, hon hevði í tí undanfarnu vikuni. Hetta er ein framgongd á 33,2%.
Í tí vitjandi bólkinum hevði síðan 1.464 “hits” í mun til ta fyrru vikuna, har 1.137 fólk vitjaði. Hetta er ein framgongd á 28,8%. Og at enda tók hotelforoyar.fo eisini egið met í sýndum síðum. Her hevði síðan 4.638 sýndar síður í mun til vikuna áðrenn, sum hevði slakar 300 færri vitjandi.

Men ikki bert hotelforoyar.fo tók egið met í farnu viku. Ein av kappingarneytunum, hotel-runavik.fo, tók eisini egið met á øllum trimum økjunum. Í farnu viku síðan hjá Hotel Runavík 104 brúkarar, sum  eru 24 meir enn vikuna áðrenn. Síðan hevði 146 “hits” – tað, sum vit kenna sum vitjanir – í mun til tey 99, sum vóru frammanundan. Og eisini tók síðan egið met í sýndum síðum. Her gjørdist nýggja metið 704 sýndar síður í mun til 567, sum var talið í viku 27.

Fleiri hagtøl eru at finna á listanum.