uf.fo egið met og er nú á 4. plássi á vevmátingarlistanum.

 

Morgunrásin hjá Kringvarpi Føroya hevur summarkapping á heimasíðuni uf.fo. Tað kann vera ein orsøk til, at uf.fo hevur framgongd við 7,1% og tekur egið met í viku 23/2007. uf.fo er nú á 4. plássi á føroyska vevmátingarlistanum, og á 27. plássi á North Atlantic List. olivant.fo er á 9. plássi á North Atlantic List.

 

olivant.fo hevur nakað av afturgongd í brúkarum og vitjanum eftir at hava havt nakrar met vikur, men megnar tó at seta enn einaferð egið met í tali á sýndum síðum, og hevði heilar 1.944.348 sýndar síður. Verður North Atlantic List býttur á sýndar síður, so kemur olivant.fo upp á 4. pláss á North Atlantic List.

 

Fleiri av heimasíðunum á føroyska topp 10 listanum hava framgongd í tali av sýndum síðum, hóast  minking í brúkarum og vitjanum.

 

floghavn.fo hfs.fo og bitland.fo hava allar stóra framgongd frá viku 22 til viku 23/2007.