Vælferðarkanningin hjá Fólkaheilsuráðnum

Fólkaheilsuráðið setti sær fyri í fjør at kanna, hvussu føroyingar trívast í Føroyum. Hetta boðar Fólkaheilsuráðið frá í tíðindaskrivi. Til endamálið valdi Fólkaheilsuráðið at nýta kanningina “Better life initative” hjá OECD. “Vit kunnu fegnast um úrslitið av kanningini, sum seta Føroyar á fremstu røð innan fleiri av teimum 11 økjunum, sum kanningin setir sjóneykuna á,” boðar Fólkaheilsuráðið frá. Innan fýra av ellivu økjum liggja Føroyar á fyrsta plássinum. Innan trý onnur øki liggja Føroyar millum trý tey ovastu londini. Á sjey øðrum økjum liggja vit frammaliga, meðan á tveimum økjum megna vit ikki at fáa góð úrslit. Tað er innan útbúgving og inntøku.

Herfyri skýrdi OECD Avstralia sum heimsins eydnusamasta land og nøkur av okkara grannalondum vóru millum tey 10 eydnuríkastu londini í heiminum. Við hesum úrslitinum kunnu vit tískil vænta, at vóru Føroyar partur av hesi alheims kanning, so lógu vit eisini millum hesi lond, staðfestir Fólkaheilsuráðið. Sí meira um vælferðarkanningina í viðhefta skjalinum.