Vaksandi áhugi fyri vinnutíðindum.

 

vinnuvitan.fo tekur aftur hesa vikuna egið met, bæði í brúkarum og vitjandi. Tekin um, at áhugin fyri vinnutíðindum á netinum er vaksandi. Kann eisini vera, at hetta er tíðin tá nógvir roknskapir fyri 2006 verða lagdir út, og hava hesir avgjørt áhuga millum føroyingar.

 

humor.fo mj.fo hotelforoyar.fo synergi.fo planet.fo kyndil.fo 

kaupthing.fo vfg.fo styrheim.com hfs.fo hagstova.fo og genealogi.fo hava allar meira enn 20% vøkstur frá viku 18 til viku 19/2007 í tali av brúkarum.

 

pizza67.fo hevur størst innlendis lutfall við 93,1% og styrheim.com,

sum vænt, lægst við 0,5%, ella styrheim.com hevur bert 0,5% av brúkarunum í Føroyum.Tíðindasíðurnar hava allar blá tøl. Nógv

áhugaverd tíðindi hava verið í farnu viku.

 

Vit hava skift landsstýrismann, val hevur verið í Íslandi, ótti fyri

verkfalli, Føroya Banki skift búmerki, fólk leggja mat inn undir seg,

18-ára gomul kvinna koyrdi 187 km/t og kappkoyring í Barcelona,

Premier League endaði sunnudagin, og annars nógv ítróttartíðindi.

 

football.fo hevði framgongd á øllum økjum, og fer tann framgongdin

helst at halda á fram komandi dagarnar, nú landsdystir ímóti Italia og Skotlandi standa fyri framman.