Valplakatir lítla og onga ávirkan á krossin

 Faldarar og valplakatir hava sum
heild minstu ávirkan á, hvussu krossurin verður settur til kommunuval og
løgtingsval í Føroyum. Hetta er niðurstøðan sambært einari kanning, ið Gallup
Føroyar hevur gjørt í tíðarskeiðnum 8. – 19. november 2016. Frágreiðingin er
grundað á samrøður við 521 tilvildarliga útvaldar føroyingar kring alt landið.
Kanningin er vektað á aldurs-, kyns- og fólkabýtið og harumframt eru allir
luttakarar í kanningini yvir 15 ár.
 

Politisk átøk serliga lítla ávirkan á eldra ættarliðið

Sambært frágreiðingini svaraði
størsti parturin av føroyingum (37%), at ymisk politisk átøk onga ávirkan hava
á, hvat fyri valevni tey velja, tá ið tey fara á kommunuval og løgtingval. Talið
er størri fyri mannfólk enn konufólk, og harumframt  fyri heili 61% av føroyingum, sum eru 60 ár
og eldri.

Úrslit frá kanningini hjá Gallup
vísa samlað sæð, at veljarafundir hava størstu ávirkanina við 28% fyri bæði kyn
og allar aldursbólkar. Næst hesum hava lesarabrøv og lýsingar í miðlum og
sosialum miðlum ávirkan á 17-21% av teimum spurdu, ímeðan átøk við plakatum,
faldarum og telefonsamrøðum samlað sæð hava minstu ávikan á, hvat valenið
føroyingar velja, tá ið tey fara á val.  
       

Tað sjónbæra størri
ávirkan á kvinnur enn menn

Kanningin hjá Gallup Føroyum ber
tó fram eitt annað sjónarhorn, sum ber boð um, at sjónbæru átøkini hava størri
ávirkan á kvinnur, enn tey hava á menn. Kanningin vísir á, at 34% av kvinnur og
40% av monnum eru samd um, at eingin av nevndu átøkunum hevur ávirkan á tey, tá
ið tey skulu velja eitt valevni. Kortini vísa úrslit frá kanningini, at
lesarabrøv og telefonsamrøður hava størri ávirkan á menn, ímeðan palakatir,
faldarar og lýsingar í miðlum og sosialum miðlum hava størstu ávirkan á, hvussu
kvinnur seta krossin. Til dømis svaraðu 17% av monnum, at tað hevur ávirkan á
teir, um valevnið ringir, ímeðan bert 8% av kvinnur svaraðu hetta.
Harafturímóti svaraðu 13% av kvinnum, at faldarar hava ávirkan á, hvat fyri
valevni tey velja samanborið við bert 6% av monnunum.  

Kanningin hjá vísir tó á, at
kynini eru samd um, at av øllum teimum nevndu átøkunum hava velajafundir
størstu ávirkan.

Aldurbólkar býta sundur, hvussu stóra ávirkan tiltøk hava

Sambært kanningini hjá Gallup
Føroyum, hava ymisku politisku átøkini sum heild størri ávirkan á yngru
ættarliðini, og serliga á føroyingar í aldurbólkinum 25-39 ár. Í hesum
aldursbólki hava øll átøk munandi ávirkan og serliga lýsingar á sosialu
miðlunum, sum heili 42% svaraðu høvdu ávirkan á, hvussu tey seta krossin. Sum
nevnt, gevur kanningin eina ábending um, at átøk hava minstu ávirkan á eldra
ættarliðið og úrslit í  kanningini vísa
á, at hettar rákið bæði umfatar eldri menn og eldri kvinnur.     

Við í kanningini vóru eisini 85
ung í aldrinum 15-24 ár og sambært kanningini fóru 77 av hesum á val. Úrslitini
vísa tó, at eingin í hesum aldursbólkinum svaraði, at plakatir hava ávirkan á,
hvussu tey seta krossin. Í staðin hava veljarafundir og lesarabrøv munandi
størri ávirkan.

 

Spjaðingin ímillum yngra ella
eldra ættarliðið kann einfalt vera ein ábending um, at átøk sum heild ávirka
ung meira enn eldri. Harumframt kann sundurbýtingin eisini vera ein ábending
um, at eldra ættarliðið møguliga heldur fast í sínum vali frá undanfarnum árum
og tískil ikki letur seg ávirka av átøkum, ímeðan yngra ættarliðið velir meira
fjølbroytt og tískil tekur fyrilit fyri átøkum frá valevnum.

Harumframt kann spjaðingin millum
tey bæði yngru ættarliðini vera ábending um, at yngstu veljararnir ikki hava
stóran politiska áhugan enn og tí ikki taka serligt fyrilit fyri átøkum ella at
aldurbólkurin 25-39 ár fevnir um ein munandi størri skara í aldri og tískil
skilir seg út.