Veljarakanning í apríl

Gallup Føroyar hevur gjørt veljarakanning vegna Miðlahúsið og Kringvarp Føroya í døgunum 16.-19. apríl 2016. 527 tilvildarliga útvald fólk kring landið eru spurd. Kanningin er umboðandi landið.

Javnaðarflokkurin hevur størstu afturgongdina í kanningini, 1,3 prosentstig, og fer niður í 23,8 prosent, men varðveitir sínar 8 tingsessir. 

Tjóðveldi hevur ein lítla framgongd, 0,3 prosentstig, og fær tilsamans 21 prosent. Hann varðveitir sínar 7 tingsessir.

Framsókn hevur 0,8 prosentstig í afturgongd, og fer niður í 6,1 prosent, men varðveitir báðar sínar tingsessir.

Sambært kanningini hevur Sambandsflokkurin størstu framgongdina, 2,3 prosentstig, og hann hevði fingið 21 prosent, var val nú. Sambandsflokkurin fær ein tingsess aftrat, og hevði fingið sjey tingsessir.

Fólkaflokkurin hevur eisini framgongd, 0,8 prosentstig, og hevði fingið 19,7 prosent, var val nú. Eisini Fólkaflokkurin fær ein tingsess aftrat, og hevði havt sjey, var val nú.

Miðflokkurin missir sambært kanningini 1,2 prosentstig, og fer niður í 4,3 prosent, og missir annan tingsessin.

Nýtt Sjálvstýri missir 0,1 prosent, niður í 3,9 prosent, og hevði eisini mist annan tingsessin.