Veljarakanning: Samgongan varveitir merilutan

Gallup Føroyar hevur gjørt nýggja veljarakanning fyri Portalin í døgunum áðrenn 1. september 2016, nú eitt ár er liðið síðan seinasta Løgtingsval. 517 fólk kring alt landið hava svarað kanningini.

Hóast eina lítla afturgongd uppá 0,8 prosentstig, so varðveitir samgongan millum Javnaðarflokkin (8), Tjóveldi (7) og Framsókn (2) síni umboð.

Andstøðuflokkarnir Fólkaflokkurin (6) og Miðflokkurin (2) hava eina lítla afturgongd, men hetta broytir ikki uppá tingsessirnar. Tó missir Nýtt Sjálvstýri (2) ein av tveimum tingsessum, meðan Sambandsflokkurin (6) fær ein tingsess afturat og hevði fingið 7 sessir, um val var nú.