Veljarakanning, september 2020

Dimmalætting hevur almannakunngjørt eina veljarakanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt í tíðarskeiðnum 31. august til 16. september 2020. 524 tilvildarliga úrvaldir persónar 18 ár og eldri hava svarað spurningunum. Um val hevði verið nú, so hevði samgongan haft stóra afturgongd, tí Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin høvdu mist hvør sín sess, meðan Javnaðarflokkurin hevði verið tann stóri vinnarin við trimum fleiri sessum og hevði fingið 10 sessir. Fólkaflokkurin hevði fingið 7, Sambandsflokkurin 6, Sjálvstýri 1, Tjóðveldi 6, Miðflokkurin 1 og Framsókn hevði varveitt sínar 2 sessir. Les meira við at trýsta á: her.