
19/08/2019
Veljarakanning til løgtingið, august 2019
Gallup Føroyar hevur gjørt eina veljarakanning fyri Kringvarp Føroya í tíðarskeiðnum 12. -16. august. 541 fólk eru spurd.
Størsti flokkur í veljarakanningini er Fólkaflokkurin við 24,1 prosentum av atkvøðunum og fær sostatt 8 tingsessir. Andstøðuflokkarnir fáa í alt 18 sessir, meðan verandi samgonga fær 15 sessir. Tað er tveir minni enn á seinasta løgtingsvali.
Javnaðarflokkurin er næststørstur flokkur. Hann fær 21,2 prosent av atkvøðunum, men missir ein sess, og fær sjey tingsessir. Sambandsflokkurin fær 20,1 prosent av atkvøðunum. Tað gevur ein sess aftrat, og Sambandsflokkurin fær sjey tingsessir tilsamans. Tjóðveldi fær 18,2 prosent. Flokkurin missir ein sess, og fær tilsamans seks sessir.
Framsókn og Miðflokkurin varðveita báðar sínar tingsessir. Teir fáa ávikavist 7,7 og 5 prosent av atkvøðunum.
Sjálvstýri fær 3,5 prosent av atkvøðunum, og missir annan tingsessin.
Hvørki Framtakið fyri rættinum at velja kannabis ella Føroyaflokkurin verða umboðaðir í nýggja løgtinginum. Framtakið stendur til at fáa eitt prosent av atkvøðunum.